Bretland vil styrkja samstarvið við Føroyar
What the source reports
Bretland vil hava tættari samstarv við Føroyar á fleiri økjum, har londini hava felags áhugamál. Tað kemur fram í nýggju arktisku ætlanini hjá bretsku stjórnini, The UK and the Arctic , sum er dagførd í oktober. Í ætlanini stendur beinleiðis, at Bretland vil undirskriva eina tvílanda samstarvsyvirlýsing við Føroyar fyri at styrkja samstarvið. Tað verður tó ikki nágreinað, hvørji øki samstarvsyvirlýsingin skal fevna um, ella nær hon væntandi verður undirskrivað.
Størri hernaðarligur dentur á Norðuratlantshavið Samstundis ætlar Bretland at styrkja hernaðarliga eftirlitið í Norðuratlantshavi, millum annað við herskipum, flogførum og nýggjari tøkni. Serligur dentur verður lagdur á havøkið millum Grønland, Ísland og Bretland - tað sonevnda GIUK-holið, sum hevur stóran strategiskan týdning fyri Nato. Bretska stjórnin vísir á vaksandi hernaðarligt virksemi hjá Russlandi, og ætlar at styrkja verjuna av millum annað undirsjóvarkaðlum og at styrkja undirstøðukervið. Í ætlanini verður eisini staðfest, at Bretland virðir sjálvsavgerðarrættin hjá teimum…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗