One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Fíggjarnevndin biðin um ikki at hækka játtan

Fíggjarnevndin biðin um ikki at hækka játtan

Faroe IslandsBy Høgni DjurhuusOct 28, 2026, 6:06 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 28, 2026, 6:06 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Millum tey mongu brøvini, sum fíggjarnevndin hevur fingið, har biðið verður um pengar, er eitt undantak. Privata kanningarstovan Thetis biður fíggjarnevndina um ikki at hækka játtanina til kanningarstovurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu. Fíggjarnevndin verður biðin um at tryggja, at kappingin um vanligar kanningar til vinnuna verður veruliga javnbjóðis. Tað er, at kanningar, sum Heilsufrøðiliga starvsstova selir, kosta tað, sum tær kosta at gera. Landsstýrið hevur í sínum uppskoti um fíggjarlóg fyri 2027 uppskot um at hækka nettojáttanina til kanningarstovurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni úr 5,5 mió. kr.

upp í 6,1 millión krónur. Hjá mikrobiologisku deildini eru árligu útreiðslurnar 6,05 mió. kr. , men inntøkurnar eru 4,05 mió. kr. Landskassin rindar munin Landskassin rindar tí tvær milliónir krónur um árið til hesar kanningar. Hetta eru kanningar, sum aðrar kanningarstovur eisini bjóða uttan pengar úr landskassanum, er boðskapurin í brævinum hjá Thetis. Harumframt er Heilsufrøðiliga starvsstovan bæði myndugleiki og tænastuveitari til fyritøkur, sum stovnurin hevur eftirlit við. Thetis mælir til at skilja handilsliga virksemið hjá Heilsufrøðiligu starvstovu roknskaparliga frá myndugleikauppgávunum, so greitt sæst,…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS