One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Frá hugna til ræðslu í gomlu handilshúsunum í Vestmanna

Frá hugna til ræðslu í gomlu handilshúsunum í Vestmanna

Faroe IslandsBy Rúni JákupssonOct 29, 2026, 11:23 AM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 29, 2026, 11:23 AM
NEWS BRIEF

What the source reports

Hugskotið tók skap ein týsdag á Staðnum, har børn úr triðja til sætta flokk hittast. Tað, sum byrjaði sum ein tanki millum starvsfólk og børn, mentist skjótt til eina veruliga verkætlan. - Vit sótu og hugsaðu um, hvat vit kundu finna uppá. So fóru vit út at hyggja at húsunum, og har sóu vit møguleikarnar, greiðir Palli Magnussen, leiðari á Staðnum, frá. Saman við námsfrøðinginum Bjørt Miðberg og starvsfeløgunum Mariu á Rógvu og Christiani Sørensen var farið undir at umskapa gomlu húsini til eina óhugnaliga uppliving. Ein søga við óvæntaðum enda Gestirnir verða fyrst leiddir inn í eina gamla, hugnaliga stovu við eldri møblum, myndum og øðrum lutum, sum hoyra til søguligu húsini. Her fáa tey eina søgu um eina familju, ið búði í húsunum, og ein barber, sum hevði sítt virksemi har. Alt tykist friðarligt at byrja við, men okkurt óhugnaligt er hent.

Síðani byrjar ferðin gjøgnum myrku smogurnar, har gestirnir so líðandi fáa meira at vita um lagnuna hjá familjuni. - Tey fáa eina lítla søgu at byrja við, og so kunnu tey sjálvi royna at gita, hvat er hent, meðan tey ganga gjøgnum húsini, sigur Bjørt Miðberg. Fýra fólk sleppa inn í senn, og ætlanin er, at tey skulu halda saman á ferðini gjøgnum smogurnar. Á leiðini kunnu tey vænta bæði ljóð, myrkur og óvæntaðar hendingar. Tað tekur umleið fimm minuttir at ganga allan teinin. Ein týðandi partur av verkætlanini hevur verið at fáa børnini á Staðnum við í arbeiðið. Tey hava sjálvi gjørt stóran part av pyntinum, sum nú er at síggja í húsunum, eitt nú eiturkoppar og annað, sum skal gera umhvørvið óhugnaligt. Sambært Bjørt Miðberg hevur tað verið serliga stuttligt at geva børnunum møguleika at arbeiða skapandi við eini felags verkætlan. Starvsfólkini hava staðið fyri størsta partinum av sjálvari uppsetingini. Christian Sørensen, sum…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS