Jana og Viborg millum tey bestu fýra í steypakappingini
What the source reports
Jana Mittún skoraði tvey mál og legði upp til trý, tá Viborg vann á Ikast í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini í kvøld. Dysturin endaði 31-27 eftir hálvleiksstøðuna 14-13, og tí skal føroyski landsliðsbakkurin spæla Final 4-hálvfinalu ímóti Sønderjyske, meðan landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum eisini er Ikast-venjari mátti takka fyri seg.
Í hinari hálvfinaluni bresta risarnir Odense og Esbjerg saman, so lutakastið kundi ikki verið betri hjá Viborg. Tað var kortini ikki meir enn Esbjerg vann sína fjórðingsfinalu. Maria Pálsdóttir Nólsoy og tær úr København Håndbold góðu dygga mótstøðu, men taptu til endans 32-31 í evstu løtu eftir at hava verið frammanfyri við fimm í steðginum. Føroyingurin skoraði tvey mál upp á fimm skotroyndir og legði upp til fimm mál. Undirheiti: Jana Mittún og tær í Viborg vunnu á Ikast í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og skulu tí spæla Final 4,…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗