One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
LATEST
HomeFaroe IslandsLandsliðslegendir taka yvir í KÍ

Landsliðslegendir taka yvir í KÍ

Faroe IslandsBy Tróndur ArgeSep 10, 2026, 1:31 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDSep 10, 2026, 1:31 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Fróði Benjaminsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá KÍ. Hann tekur við, eftir at samstarvið millum KÍ og Magnus Powell endaði eftir ósigurin í steypakappingini. Fróði Benjaminsen skuldi upprunaliga taka við til komandi kappingarár, men fær nú teir seks seinastu dystirnar í hesum kappingarárinum. - Nú bleiv tað kanska nakað knapt, tá eg tók av. Eg haldi tó, at tað hevði verið undarligt, um ein annar skuldi tikið yvir nú, og so eg til komandi kappingarár. Tað er avmarkað, hvat eg kann broyta restina av hesum kappingarárinum. Tað verður nakað av tí sama, og so fari eg at seta mín dám á, sigur Fróði Benjaminsen við Norðlýsið. Nýggju hjálparvenjararnir eru fyrrverandi KÍ- og landsliðsspælararnir Atli Danielsen og Rógvi Jacobsen.

Saman við Fróða Benjaminsen er talan um tríggjar landsliðslegendur við samanlagt 189 landsdystum – men teir hava ikki tær stóru venjararoyndirnar. - Teir hava fyribils játtað at taka við til restina av kappingarárinum Eg kenni teir sum persónar og sum spælarar. Eg haldi ikki tað altíð er avgerandi hvussu nógvar royndir ein venjari hevur. Eg síggi tað ikki sum ein vansa, tí ein venjari við nógvum royndum kann eisini miseydnast, sigur Fróði Benjaminsen við Norðlýsið. Lovar álopsfótbólt KÍ liggur í løtuni á 2. plássi í landskappingini. Nakað av kritikki hevur verið av spælinum seinastu tíðina. Fróði Benjaminsen lovar meira álopskendan fótbólt, men tað er við atliti til javnvágina, og at hini liðini hava lisið KÍ av. - Mær dámar væl góðan og álopskendan fótbólt, men tað er altíð ein javnvág í fótbólti. Tey flestu fylgja væl við hvussu KÍ…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS