One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› MONO: R.E.M. var alt í einum fangandi, álvarsamt, hugtungt og lættsint

MONO: R.E.M. var alt í einum fangandi, álvarsamt, hugtungt og lættsint

Faroe IslandsBy Uni L. HansenOct 27, 2026, 9:00 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 27, 2026, 9:00 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Síðst í sjeytiárunum er amerikanski býurin Athens, í statinum Georgia, ein tiltikin lestrarbýur, sum er á tremur við ungum lesandi og einum lívligum mentanarlívi. Hin ungu Michael Stipe vitjaði ofta í væl umtókta plátuhandlinum Wuxtry Records í býnum, sum enn er virkin tann dagin í dag, og har hittir Michael Stipe gittar- og tónleikanørdin Peter Buck, sum arbeiðir í handlinum. Teir báðir finna skjótt út av, at teir hava áhuga fyri nógvum at tí sama tónleiki, tí Stipe keypir allar tær pláturnar í handlinum, sum Buck hevur ætlað til sín sjálvs. Talan er um punkrokk-plátur við eitt nú Pattie Smith, Television, Velvet Underground og øðrum, men eisini plátur innan fyri tað, ið verður rópt proto-punk.

Hetta er nógv av tí, sum slóðaði fyri punkinum og punkrokkinum, eitt nú plátur við bólkum sum The Stooges og MC5 Wuxtry Records Ein løtumynd í Wuxtry Records í Athens tíðliga í nítiárunum (Mynd: Wuxtry Records á Facebook) Hjálpti at vera sambrýntur Stipes og Buck vóru eisini skjótir at umrøða møguleika at stovnað ein tónleikabólk, og umvegis eina felags vinkonu, Kathleen O'Brien , komu teir í samband við Mike Mills og Bill Berry. Teir báðir vóru vinmenn og vóru fluttir úr býnum Macon til Athens, fyri at lesa á lærda háskúlanum UGA. Teir høvdu verið virknir á tónleikapallinum í heimbýnum, og spældu eisini sama í einum øðrum lokalum bólki í Athens um hetta mundið. Micheal Stipes hevur greitt frá, at fyrsta inntrykkið av Mike Mills var einki serligt, tí hesin annars so ordiligi ungi maðurin var dýrandi fullur, tá teir hittust. Hinvegin fall hann fyri tí sannroynd, at Bill Berry var sambrýntur, ið hann helt vera sjarmerandi, og tað bleiv avgerandi fyri, at R. E. M. yvirhøvur bleiv til. Teir fýra byrjaðu við at spæla tøkuløg, fyri at menna samanspælið, men skrivaðu eisini egnar…

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS