One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Óli málglaður í tapi fyri Sporting

Óli málglaður í tapi fyri Sporting

Faroe IslandsBy Símun Christian OlsenOct 29, 2026, 10:23 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 29, 2026, 10:23 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Óli Mittún hevði stillað skotarmin væl í Champions League-heimadystinum ímóti Sporting í kvøld. Føroyingurin hitaði upp til landsdystirnar í næstum við 11 málum og fýra uppleggum, men Francisco Costa og hinir portugisararnir vunnu 37-35. GOG var aftanfyri allan dystin og endaði á øðrum plássi aftanfyri Sporting við sjey stigum. Fjónliðið fer í miðumfarið uttan stig saman við Barcelona, Magdeburg, Sporting, Dinamo Bucuresti og Kielce. Okkurt av teimum mongu málunum og uppleggunum hjá Óla Mittún ímóti Sporting síggjast í samandráttinum omanfyri. Hákun eisini víðari Hákun West av Teigum og Füchse Berlin, sum vunnu 40-33 á Partizan, fara eisini víðari uttan stig.

Føroyski vongurin skoraði tvey mál og brendi einaferð í Max-Schmeling-Halle, og høvuðsstaðarfelagið skal spæla ímóti Veszprem, PSG, Melsungen, Plock og Aalborg í miðumfarinum. Eitt frálíkt mál hjá Hákuni West av Teigum er sloppið við á samandráttin av stórsigrinum hjá Füchse Berlin á Partizan í týska høvuðsstaðnum. Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, men SAH tapti 30-27 fyri Barcelona, og tað hevði við sær, at Dinamo Bucuresti slapp víðari í miðumfarið í staðin, og danska felagið í staðin "flytur niður" í European League. EM-undankappingin byrjar Áðrenn Óli Mittún og Hákun West av Teigum fara undir miðumfarið, skulu teir spæla í føroysku landsliðsblusuni. Næsta…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS