One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Sev-brúkarar rinda fyri striking av ampagjaldi

Sev-brúkarar rinda fyri striking av ampagjaldi

Faroe IslandsBy Frants JensenOct 27, 2026, 5:45 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 27, 2026, 5:45 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Men tað skulu teir ikki fáa longur. Heilsu- og orkumálaráðið hevur broytt treytirnar, so at hesir ikki longur skora kassan. Endar í lummunum hjá festarum og eigarum Jarðeigarar og festarar fáa eitt lítið leigugjald, tá ið onkur setur vindmyllur á teirra jørð. Men harafturat er eitt sokallað ampagjald, sum er væl størri, og sum endar í lummunum hjá festarum og eigarum. - Eigarar og festarar kunnu gera við pengarnar sum teir hava hug til, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. 550. 000 krónur um árið í ampagjaldi Festarin á Gellingarkletti, har Effo hevur vindmyllur, fær 480. 000 krónur um árið í ampagjaldi. Í Flatnahaga, har Magn hevur vindmyllur, er ein eigari. Tað er Tórshavnar kommuna. Kommunan fær 550. 000 krónur um árið í ampagjaldi.

Avtalur eru gjørdar fyri fleiri ár fram, og gjøldini verða prístalasviðgjørd, og tí eru tey nakað hægri enn nevndu tøl, sum eru frá, tá ið vindmyllurnar komu upp. SEV-brúkarin rindar Umhvørvismálaráðið, tað sum nú eitur Heilsu- og orkumálaráðið, tók ampagjaldið av í fjør og arbeiðir við einari nýggjari skipan, har eigar og festarar fáa bara ein brøkpart av tí, teir hava fingið áður. Avleiðingin er, at eigarar og festarar nú ikki vilja gera avtalur um at byggja vindmyllur á teirra jørð. Nú er ætlanin at ognartaka jørðina. Hetta ger, at tað dregur enn longur út at fáa nýggjar vindmyllulundir um landið. - Tann, sum rindar kostnaðin, nú tað dregur út at fáa vindmyllurnar upp, er el-brúkarin, tú og eg, sigur Hákun Djurhuus. Nú SEV er í gongd við at gera fíggjarætlan fyri næsta ár, hækkar prísurin 10 oyru fyri hvønn kilowatt tíma. Leigugjald ístaðin fyri ampagjald Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS