Sigrún málar víðari, meðan dagur er
What the source reports
– Nú má mann arbeiða, meðan dagur er, tí náttin kemur, og tá eingin kann arbeiða. Soleiðis sigur Sigrún Gunnarsdóttir, sum 76 ár gomul framvegis hevur stóran hug at mála og skapa. Fríggjadagin fekk hon sømdargávu landsins, og harvið er hon komin á fíggjarlógina, sum hon sjálv skemtiliga tók til. Vit hittu Sigrún í atelierinum á Eiði, har hon er fødd og uppvaksin, og har hon framvegis býr og arbeiðir. Longu sum smágenta teknaði hon á hvørt pappír, hon fekk fatur á. Og hóast nógv er broytt hesi 76 árini, er hugurin at skapa tann sami. – Eg haldi, at Eiði hevur givið mær nógv. Bara tað at kunna ganga her í náttúruni og fáa íblástur av at vera her.
Hvønn morgun gongur Sigrún ein túr runt um vatnið, áðrenn hon fer til arbeiðis í atelierinum. Har standa fleiri hálvlidnir málningar, sum hon enn ikki veit, hvussu fara at síggja út, tá teir eru lidnir. Myndirnar hjá Sigrún eru fullar av søgum og symbolum. Og fyri hana snýr listin seg um at geva nakað av sær sjálvari. – Eg royni alla tíðina at hava eina samrøðu millum meg og myndina. Um myndin kann geva mær nakað, og eg fái eina samrøðu í gongd, so eri eg nøgd. Tað hjartað sær, gloymist ei, er eitt orðatak, sum hevur fylgt Sigrún í mong ár. Og tað lýsir eisini hennara list, har kenslur, upplivingar og lívsins stóru spurningar fáa skap og litir. Í samrøðuni greiðir Sigrun frá barnaárunum á Eiði,…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗