Telefonsamrøðan við Putin og sproytumisnýtsla
What the source reports
Tvey evni eru í sendingini. Samstundis sum norðurlondini eru komin saman á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í vikuni at finna felags loysnir um trygd, gjørdu norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, av at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin. Danski forsætisráðsharrin, Mette Frederiksen, fanst at norðurlendsku starvsbrøðrum sínum fyri at ganga egnar leiðir, men er síðani sjálv komin í andglettin fyri at hava lopið framav. Var danski forsætisráðharrin í so skjót við atfinningunum?
Vit tosa við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, sum var staddur á norðurlandaráðsfundinum í Helsinki. Sproytumisnýtsla er ikki eitt nýtt fyribrigdi í Føroyum, sigur fyrrverandi misbrúkari, sum hartar samfelagið fyri ikki at hava tikið rúsevnistrupulleikan í álvara. Í sendingini í dag tosa vit við Janu Mariu McKay, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit hoyra hennara søgu, hvussu hon bleiv rúsfrí og hennara hugsan um, hvussu misbrúkarar vera raðfestir í Føroyum. Gjørt sendingina: Birgit Carina Eliasen, Birita Matras Petersen, og Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini var…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗