Tokvanlukka í Spania hevur møguliga kravt 50 mannalív
What the source reports
Ein ógvuslig tokvanlukka í Spania í morgun hevur kravt í minsta lagi 30 og møguliga meira enn 50 mannalív. Klokkan 10 minuttir yvir átta í morgun føroyska tíð komu boð um, at tokferðslan millum Madrid og Andalusia har suðuri í landinum varð brotin av, tí tvey snartok høvdu stoytt saman nakað sunnan fyri býin Toledo miðskeiðis í Spania. Myndir av vanlukkustaðnum vísa, at fleiri tokvognar eru farnir av sporinum.
544 ferðafólk Tilsamans vóru 544 ferðafólk við tokunum - 397 við øðrum tokinum og 147 við hinum. Enn er ikki greitt, hví tokini rendu saman, ella hvussu umfatandi vanlukkan er. Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, skrivar á X, at hann er skelkaður av tokvanlukkuni í Toledo, og at hann hevur samkenslu við øllum teimum, sum eru rakt av vanlukkuni. Eisini ES-forkvinnan, Ursula von der Leyen, skrivar á X, at í dag syrgir Evropa saman við Spania. Undirheiti:…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗