Veiðigjaldið rennur aftaná
What the source reports
Eingin ítøkilig ætlan er um at broyta skipanina um veiðigjøld, tí spurningurin er ikki viðgjørdur politiskt. Men Fíggjarmálaráðið er varugt við fyrimunir og vansar hjá skipanini. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Fróða Magnussen, løgtingsmann. Hann spurdi um veiðigjald eftir veruligum avreiðingarprísi. Fyrimunurin er, sigur landsstýrismaðurin, at veiðigjaldið er kent, áðrenn farið verður til fiskiskap.
Vansin er, sigur hann, at veiðigjaldið byggir á eldri prísir. Avreiðingarprísirnir eru frá 1. juli til 30. juni og veiðigjaldið er frá 1. aug. til 31. juli. Hetta, at veiðigjaldið verður stillað eftir prísunum árið fyri, ger, at veiðigjøldini renna aftaná gongdini í vinnuni, sigur Aksel V. Johannesen. Eitt nú er prísurin fyri makrel vaksin úr seks til sjey krónur fyri kilo upp 30 krónur. Hóast makrelprísurin tvífaldaðist frá…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗