One world · 249 countries · Every country has a place in the news
AboutContactAdvertiseRSSSubmit News
ADVERTISING OPPORTUNITYYour business deserves global visibilityCHECK AVAILABILITY
⌕
LATEST
Home› Faroe Islands› Eftirlitsskipanir sviku av teldubreki

Eftirlitsskipanir sviku av teldubreki

Faroe IslandsBy Johnsigurd JohannesenOct 28, 2026, 3:06 PM
🇫🇴 Faroe IslandsNEWS DESKPublisher image not supplied
NEWS DESKFaroe Islands
PUBLISHEDOct 28, 2026, 3:06 PM
NEWS BRIEF

What the source reports

Orsøkin til álvarsligu tokvanlukkuna í Spania í morgun, var, at eftirlitsskipanir sviku orsakað av teldubreki. Tí varð tokferðslan steðgað, og síðani tikin uppaftur, hóast hon ikki átti at verðið tað. Tað segði spanski flutningsmálaráðharrin, Óscar Puente, á tíðindafundi fyri løtu síðani. Tá tokferðslan byrjaði aftur klokkan seks minuttir yvir hálvgum níggju, rendu tey bæði skjóttkoyrandi tokini saman.

Oscar Puente segði, sambært spanska miðlinum, El País, at annað tokið, sum rendi á hitt tokið aftanífrá, koyrdi 200 kilometrar um tíman. Vænta at talið a deyðum fer at vaksa Nøkur og seksti fólk lótu lív, tá tokini stoyttu saman á leiðini millum Madrid og Andalusia. Myndugleikarnir rokna við, at talið á deyðum fer at vaksa. Á tíðindafundinum segði Óscar Puente, at spanska jarnbreytin er trygg og álítandi. - Hon hevur ávísar avmarkingar, eins og allar aðrar flutningsskipanir, legði spanski flutningsmálaráðharrin afturat. Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, fer í dag til býin, Urda, sum er nærhendis staðnum, har vanlukkan hendi, at…

MORE CONTEXT

Continue with related coverage

Main source: KVF

TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.

Read the complete report ↗
KEEP READING

More news from this desk

← RETURN TO FAROE ISLANDS NEWS