Formaðurin: Arbeiðsvikan verður stytt ein tíma um eitt ár
What the source reports
Um eitt ár verður arbeiðsvikan hjá limum í Starvsfelagnum stytt ein tíma. Tað væntar Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. Í gjár kom fram, at Fíggjarmálaráðið hevur givið fakfeløgunum eitt tilboð um at stytta arbeiðsvikuna, um tey millum annað vilja samráðast um reglur fyri neyðtilbúgving og undantøk í sambandi við arbeiðssteðg. Øll 12 feløgini, sum gjørdu ein felags lønarkarm við landsstýrið í fjør, hava fingið tilboðið. Súni Selfoss vísir á, at Starvsfelagið hevur longu avtalu um neyðtilbúgving.
BLF hevur limafund Búskapar- og løgfrøðingafelagið, BLF, hevur eisini fingið líknandi tilboð sum Starvsfelagið. Limirnir í BLF skulu nú taka støðu til uppleggið. Tað verður gjørt á limafundi í Havn 17. september. Umframt avtalu um neyðtilbúgving er talan eisini um, at lønarhækking ikki bara skal vera í prosentum, men eisini lutvíst í krónum. Lønarkarmurin er fimm ár, og neyðugt er ikki at broyta hann, um arbeiðsvikan nú verður stytt ein tíma. Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 10092026_Selfoss Hvørki Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ella Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini, vilja úttala seg um málið.…
TDBN presents the written preview supplied through the publisher's feed. Complete reporting, continuing updates, context, and corrections remain with the original report.
Read the complete report ↗